Á konsertferð sínari í Suðurafrika spældi The Rasmus til sama tiltak sum tiltikni amerikanski rockbólkurin Metallica. Sjálvandi hittust tónleikararnir í teimum báðum bólkunum í sambandi við konsertina, og tað var eisini onkur mynd tikin av. Á myndini síggjas tónleikararnir í the Rasmus saman við sangaranum í Metallica, James Hetfield. Teir í Metallica hildu, at tónleikurin hjá The Rasmus hevði fingið íblástur frá 80ara rockinum.










