The Prodigy á G?

Løg sum Smack My Bitch Up, Breathe, Firestarter og Voodoo People fara at buldra út úr hátalarunum á Gøtusandi, tá ensku The Prodigy eftir øllum at døma fer á pall, sum stóra høvuðsnavnið á G!Festivalinum í ár.


Tónleikur


Seinastu tíðina hava gitingarnar verið øgiligar um, hvat navn G!Festivalurin fer at avdúka, sum stóra høvuðsnavnið í ár. Nøvn sum Muse, Sigurrós, Arctic Monkeys, Gorillaz og The Prodigy eru nevnd. Í gjár váttaði umboðsstovan hjá bretska bólkinum fyri okkum, at bólkurin, ið má metast sum heimsins størsta ídnaðartekno navn, nærum heilt víst verður at hoyra á Gøtusandi. Boðini vóru, “Vit eru enn í samráðingum við G!Festivalin, og alt er ikki 100% váttað enn.” Tað skilst á G!Festivalinum, at ætlanin ikki er at avdúka høvuðsnavnið fyrr enn um nakrar vikur. Men vit kunnu altso í dag avdúka, at The Prodigy er hetta navnið. Vit spurdu Jón Tyril fyriskipara av G!festivalinum, um The Prodigy spæla á festivalinum í Gøtu í summar.

- Tað havi eg onga viðmerking til, einki navn verður váttað av festivalinum fyrr enn tað stendur á heimasíðuni hjá okkum, segði Jón og vildi als ikki práta meira um høvusnavnið.


Var apan ein ábending?

G!Festivalurin hevur siðvenju fyri at leggja ábendingar í sínar lýsingar. Í nýggjastu lýsingini er ein apa. Tí hava nógv gitt um, at bólkar, sum t.d. Gorillaz, Arctic Monkeys ella Racing Ape, verða á festivalinum. Men vit vita av royndum, at G!Festivalurin seinastu tíðina hevur verið eitt sindur snildari enn so við sínum ábendingum. Soleiðis er eftir øllum at døma eisini hesaferð. Tað tók eitt sindur av njósnan og leitan at finna sambandið millum apuna og The Prodigy, og vit eru heldur ikki heilt vís í, at hetta er rætta loysnin. Men nýggjasta stakfløgan hjá The Prodigy av teirra savnsfløgu, ið kom út í fyrraárið, er eitt endurbland av hittinum frá 1994, Voodoo People. Í hesum lagnum samplar The Prodigy eitt gittarriff úr sanginum Very Ape hjá Nirvana. Her var apan. Langt úti? Ja, kanska. Men við tíðini eru vit vorðin somikið dugnalig at loysa gáturnar, at tær mugu gerast torførari. Um altso apan er ein gáta.


Størsta navn innan greinina

Í The Prodigy hevur G!Festivalurin tryggjað sær eitt heimsnavn, sum síðan fyrst í nítiárunum hevur verið í toppinum á tónleikaheiminum. Bólkurin hevur hesi árini havt 9 stakfløgur í topp 10 í Bretlandi og 15 í topp 20. Størstu hittini eru uttan iva Breathe, ið seldi 700.000 eintøk og Firestarter, ið seldi ikki færri enn eina millión eintøk, báðar hesar stakfløgur vóru á ovastu rók á bretska sølulistanum, og seldu somuleiðis væl á risamarknaðinum í USA. Eingin bólkur hevur, sum The Prodigy verið við til at gera harða ídnaðarkenda tekno tónleikin til gerandiskost. Hetta hevur verið til íblástur fyri hópin av bólkum kring allan heim, og føroyskir bólkar sum Side Effect og All That Rain hava fingið íblástur frá bretska risanavninum.


Gøtusandur fer upp frá

The Prodigy hevur seinastu tíðina arbeitt við eini nýggjari útgávu, ið eftir ætlan skuldi koma út í summar, men sum er seinkað nakað, tað skuldi tó merkt, at nýggjur tónleikur frá teimum verður á skránni á Gøtusandi. Stílurin er broyttur nakað hesi árini, og hevur millum annað ferðast innan greinar sum punk, alternativan rokk, rave og hard core tekno, men reyði tráurin hevur alla tíðina verið ein ómetalig orka. Tí er eingin ivi um, at Gøtusandur fer upp frá, tá ógvisliga ljóði av The Prodigy brakar út yvir sandin.