Heimurin allur er ikki bara í búskaparkreppu. Heimurin er komin út í eina av ringastu búskaparkreppum nakrantíð.
Tað, sum fyri hálvum øðrum ári síðani tók seg upp sum ein norðuramerikansk fíggjargøla - og sum lærdi allan heimin at siga ”Sub-prime” – hevur nú vaxið seg til eina av ringastu búskaparkreppum, sum heimurin hevur sæð.
Um allan heimin er húsagangur og vaxandi arbeiðsloysi. OECD, IMF og Heimsbankin kalla hetta ringastu kreppu í sexti ár, og spáa afturgongd og stórt arbeiðsloysi komandi árini.
Kreppudynamikkurin
Uttan at siga nakað um sjálva orsøkina til kreppuna, kunnu vit kortini sláa fast um sjálvan dynamikkin í kreppuni, at øll – lond, bankar, fyritøkur, húski – øll eru løgst á pengarnar tey eiga, og eru givin at seta seg í skuld fyri keyp. Tí øll hava mist álitið á, at tað verður nakað petti betur í morgin.
Og ferðin á veg inn í kreppuna bara økist og økist, so hvørt sum sparingin tekur dik á seg. So hvørt sum íløgurnar minka, so hvørt sum keypið tórnar, so hvørt sum tað fjarðar á marknaðinum av berari pengasparing – tess verri verður kreppan.
Tí tess minni verður umbiðið og keypt, tess minni skal framleiðast. Og tess minni framleiðslan gerst, tess færri íløgur skulu gerast.
Búskapur heimsins er soleiðis komin í ein súg móti botni, sum melur alt skjótari, so hvørt sum pengasparingin tekur dik á seg.
Stóru londini gera tað frægasta tey kunnu, fyri at steðga pengasparingini, og fyri at fáa meiri ferð á keypið og íløgurnar. Og saman við altjóða búskaparstovnunum heita tey á øll lond heimisins um at steðga øvugtu gongdini.
Tvørsøgnin
Hóast hetta ikki er heilt tað, ið enski búskaparfrøðingurin John Maynard Keynes meinti við, so kunnu vit loyva okkum at brúka frasu hansara ”Paradox of Thrift” um hesa hendingina. Tvørsøgnin um sparingina.
Hvørjum einstøkum húski tykist skilagott at gevast at seta seg í skuld, nú kreppa er, og heldur gjalda skuld aftur. Tað loysir seg ikki at standa við stórari skuld, um man missir arbeiðið. Tað ræður um hjá tí einstaka at hava okkurt á kistubotninum, um illa vil til.
Væl rikna fyritøkan fer heldur ikki at byggja ella seta í verk stórar íløgur, tá einki boðar frá størri umsetningi komandi árini.
Men hóast hetta eru skilagóðar avgerðir hjá tí einstaka, so endar hetta umfarið av skilagóðum avgerðum sum ein samfelagslig katastrofa. Tí so hvørt sum sparingin vindur upp á seg, minkar búskaparliga umfarið, og arbeiðsloysið bara vexur.
Hetta kann kallast eitt paradox – ein tvørsøgn – tí hóast avgerðin at spara er røtt hjá tann einstaka, so verður galin endi um vit øll gera tað sama.
Almenna samgongan millum ættarlið
Men tíbetur hava vit funnið út av at skipa tað almenna okkara millum – felagskassin, sum vit hava fingið frá farnum ættarliðum, og sum vit handa næsta ættarliði.
Hesin kassin kann bera byrðar, sum vit ikki hvør einsæris orka at bera, og tí er hann saktans førur fyri at spræna nakrar miljardir í búskapin, nú ringasta kreppa í sexti ár herjar.
Pengastyrkurin í samfelagsliga umfarið bjargar nógvum arbeiðsplássum, sum annars høvdu staðið tóm. Bjargar fyritøkum, sum annars høvdu farið av knóranum. Og fremst av øllum stuðlar pengastyrkurin so væl upp undir inntøku og keypsorku hjá føroyskum borgarum, at teir setast aftur, og fara ikki av landinum – sum fleiri okkara annars høvdu gjørt.
Skuldi hvørt einstakt ættarlið goldið fyri lagnuna, sum hon lagaði teimum lívið, so var ójavnt býtt millum ættarliðini. Og tí javnar tað almenna vælferðina okkara millum. Tey, sum vórðu meinast rakt í kreppuárunum, orkaðu ikki at gjalda við dyrnar, men lótu rokningina bíða nøkur ár. Nú er hon goldin av tí almenna felagsskapinum millum arbeiðandi ættarlið.
Føroya leka illa . . .
Tá tað almenna í krepputíðum avgerð at brúka pengar til at bjarga tær og mær undan húsagangi, koma ikki allar krónurnar til høldar, tí nøkur leggja pengarnar undir koddan og onnur keypa útlendskar vørur fyri pengarnar.
Meginparturin av pengunum ger kortini ætlaðu og avgerandi neyðugu nyttuna.
Alt eftir hvussu almennu krepputiltøkini verða skrúvað saman, hava tey meira ella minni stimbrandi árin á búskapin. Men vit kunnu gera ein upphugsaðan samanburð um brennivirðið í fíggjartiltøkunum í USA, Danmark og Føroyum.
Av hvørjum dollara, sum amerikanska stjórnin brúkar eyka fyri at steðga kreppusúginum, lekur so lítið úr búskaparumfarinum til innflutning og sparing, at samanlagda árinið á BTÚ er 1,2 dollari. Úr Danmark lekur so mikið, at samanlagda árinið av einari eyka almennari krónu er 80 oyru. Hvussu illa Føroyar leka í so máta, vita vit ikki, men vit leka illa! Helst so illa, at brennivirðið í einari føroyskari kreppukrónu ikki er meira enn 70 oyru.
Tey sjeyti oyruni, sum virka eftir ætlan, halda handverkarum, arkitektum, byggifrøðingum, verkfrøðingum, arbeiðsmonnum og arbeiðskvinnum í starvi, halda flutningsfyritøkum rullandi, og stuðla upp undir so mangt annað virksemi í landinum.
. . . báðar vegir
Men tað lekur altso báðar vegir.
Allar tær miljardirnar, sum brúktar verða í Evropa og USA halda altso eisini teirra nýtslu so frægt á floti, at vit sleppa av við fiskin, og at tey keypa hann fyri ein prís, sum tessvegna er hægri enn hann annars hevði verið.
Ein lítil brotpartur av teimum pengum, sum tað almenna í Danmark, Týsklandi og Fraklandi brúkar í krepputiltøkum, enda soleiðis sum gjaldoyrainntøka í Føroyum.
ES og tættastu samhandilslondini (sum vit teljast millum), eru so tætt knýtt í handli, at tað, sum lekur úr einum teirra, seyrar inn í hini londini.
Húskið, sum varðveitti arbeiði og inntøku vegna almenn krepputiltøk, hevur betri ráð at keypa føroyska fiskin, enn tað annars hevði havt. So man kann uttan at blunka siga, at evropeisku krepputiltøkini eru orsøkin til at fiskaprísurin ikki fer at falla so nógv, sum hann annars hevði gjørt.
Slúrurin skulkar sær undan
Vit selja og keypa allarmest úr ES londunum, so vit eru í sama báti.
Hvør almenn króna aftrat, sum verður spenderað í Føroyum, er tíverri ikki eins dygg og ein eyka almennur týskur markur.
Men hin vegin kann man so siga, at tað eru ongar aðrar almennar krónur enn tær føroysku, sum fara at stuðla føroyska heimamarknaðinum. Tað kann ein eyka almenn føroysk króna gera – og bara hon!
Sjálvandi kann tað almenna í føroyum í ein ávísan mun liva sum snultari, og skriva føroyskum handverkarum út kaparabrøv til at ræna av teimum krónunum, sum norsku, donsku og svensku stjórnirnar spendera fyri at halda byggivinnuni flótandi heima hjá teimum.
Men tá hevur tú bara ikki viðurkent og staðfest tín leiklut í heiminum – hvussu lítil enn leikluturin er. Skulu Danmark og Ísland gera tað sama? Hvussu lítil skal virkningurin av almennu krónuni vera, fyri at slúrurin kann skulka sær undan at virka kreppumótelvandi?
Nú, keru vinir . . .
. . . tað er nú at Keynes skal dragast úr neystinum. Stimulasjónstankin hjá Keynes varð smíðaður í hitanum av brennandi heimsbúskapinum, eftir at Wall Street smokkaði saman í 1929, og tað er akkurát tað, hann er bestur til.
Keynes er ikki til at sigla innanskers við, tá tað skvatlar fram við borðunum í føroyskum hampaveðri. Hann draga vit sum knørr úr neysti, tá bláhvíta froðan skolar inn yvir skúturnar í glaðustroki og tungum andróðri.
Ætla politikarar nakrantíð at brúka keynskan fíggjarpolitikk, so er tað í ár og komandi ár at tit fáa kjansin. Ein kjans sum vónandi ikki kemur aftur í tykkara politisku yrkistíð.
Tað er í ódnarveðri sum hesum, at fólki hevur brúk fyri rættuligum álitismonnum við róðrið.
--
SITAT:
“. . tað er nú, keru vinir, at Keynes skal dragast úr neystinum. Stimulasjónstankin hjá Keynes varð smíðaður í hitanum av brennandi heimsbúskapinum, eftir at Wall Street smokkaði saman í 1929, og tað er akkurát tað, hann er bestur til.
Keynes er ikki til at sigla innanskers við, tá tað skvatlar fram við borðunum í føroyskum hampaveðri. Hann draga vit sum knørr úr neysti, tá bláhvíta froðan skolar inn yvir skúturnar í glaðustroki og tungum andróðri...”