B36 skal til Wales at spæla ímóti The New Saints. Tað er greitt aftaná lutakastið til fyrsta undanumfar í Champions League, sum í løtuni verður hildið í Genève í Sveis.
Fyrri dysturin verður leiktur á Tórsvølli, meðan seinni dysturin verður leiktur í Wales.
Áhugavert er, at á liðnum hjá The New Saints spælir Adrian Cieslewicz, sum er beiggi Lukasz Cieslewicz hjá B36. Adrian spældi eisini við B36 eitt stutt tíðarskifti í fjør.
Eydnast tað B36 at vinna ímóti The New Saints, so verður tað ungarska Videoton, sum verður næsta mótstøðuliðið hjá árstalsfelagnum í Champions League-undankappingini.