Hóast bólkurin, ?The Least? ikki hevur verið leingi virkin, so eru tveir sangir útgivnir á eitt nú iTunes, Amazon og MP3.
Fyrsti sangurin, ?Strong Like You?, kom út fyrst í apríl, og hevur verið at hoyrt í øllum teimum føroysku útvarpsrásunum.
Nú er so enn ein sangur komin frá bólkinum. ?Hope Will Find A Way? eitur nýggja lagið, sum er komið út á iTunes í dag.
The Least luttaka á Fjarðafestivalinum í ár.
Manningin í bólkinum er Ingi P. Jacobsen, Johnny Mikkelsen, Alvin Ellebye
Andersen og Hans Andrias Olsen.
Les meira um ?The Least? á www.theleastmusic.com