The Jacksons avlýsa konsertir

Konsertferðin hjá Jackson brøðrunum er júst byrjað, og longu nú eru trupulleikar at við konsertunum.

 

Teir fýra brøðurnir hjá Michael Jackson hava í mong ár roynt at fáa Michael Jackson at framføra á einari konsertferð við Jackson 5, men hetta eydnaðist ongantíð. Nú eru teir fýra farnir á eina rundferð, sum longu hevur fingið nakrar trupulleikar.

 

Hesa vikuna skuldu The Jacksons framføra í Louisville og Cincinnati, men hetta gjørdist av ongum.

 

Ein umboðsmaður hjá bólkinum sigur, at konsertirnar eru avlýstar, tí Marlon, Tito, Jackie og Jermaine arbeiða við nýggjum tilfari, sum teir vilja gera liðugt, áðrenn konsertirnar byrja.

 

Michael Jackson fekk saman við hinum fýra Jackson brøðrunum stóra undirtøku við bólkinum Jackson 5. Tá ið Michael síðani gjørdist tann mest seljandi sangarin nakrantíð við sínari solokarrieru, so fór bólkurin hvør til sítt. Tey síðstu mongu árini av lívinum hjá Michael Jackson royndi hinir limirnir í bólkinum at fáa Michael aftur í bólkin, men hetta eydnaðist ikki.

 

Hetta veit bt.dk