Um vikuskiftið varð 26. umfar av Premier League spælt, og millum mongu úrslitini, hendi tað løgna, at Manchester City tóku øll á bóli og vunnu móti grannunum úr United. Hetta hevði so við sær, at Arsenal kundu gera sær sjálvum eina risa tænastu, við at vinna kvøldsins dyst, og tað var júst tað teir gjørdu.
Dysturin var merktur av at Blackburn málverjin stóð ein rættuliga góðan dyst. Amerikumaðurin bjargaði fleiri ferðir og eisini stengurnar bjargaðu Blackburn frá at verða knústir. Tó høvdu Blackburn eisini sínar møguleikar, men onki spurdist burturúr hjá teimum.
Emmanuel Adebayor, ið hevur staðið seg rættuliga væl í álopinum hjá Arsenal í ár, slapp eisini á máltalvuna í kvøld, men fyrsta málið átti verjuleikarin Philippe Senderos. Tað málið kom longu eftir bert fýra minuttum. Málið hjá Adebayor kom í yvirtíðini.
Emmanuel Adebayor hevur nú sostatt skorað mál í nýggju teimum seinastu dystunum, og tað má sigast at vera virðuligt fyri ein áloypara. Umframt hetta, er Adebayor eisini ájavnur við Cristiano Ronaldo, hvat mongd av skotnum málum í Premier League í inniverandi kappingarári viðvíkur.