The Ghost og Høgni Lisberg (Hogni) skulu luttaka á stóru tónleikasølustevnuni Midem 2009, sum verður í Cannes í Fraklandi 18. ? 21. januar. Teir luttaka á ?Midem Talent?, eitt tiltak, sum fyrstu ferð var partur av Midem í fjør, og sum hevur til endamáls at finna og at menna uppkomandi tónleikarar.
The Ghost skulu framføra sunnudagin 18. januar og Hogni mikudagin 21. januar. Midem er størsta B2B (Business to Business) tónleikatiltakið í heiminum við 9000 luttakarum úr 90 londum.
Eisini aðrir týdningamiklir tónleikaaktørar so sum plátufelagið Tutl, er við á Midem 2009. Tutl hevur luttikið á Midem líka síðani 1997 og hevur har umboðað nógv føroysk tónleikanøvn.
Umframt at Tutl er plátufelag hjá Høgna, umboðar Tutl nøvn sum Dánjal, 200, Budam og fleiri enn 30 altjóða World Music nøvn á Midem 2009. Eisini felagið ?Spot On!? sum samstarvar við Tutl, er við á Midem 2009. ?Spot On!? virkar sum kontaktpersónur hjá Hogna, umframt at felagið serliga fer at umboða 200 og Dánjal. Miðjað verður eftir at fáa millum annað plátusáttmálar, festival-gigs og distributiónavtalur í lag á Midem.