The Ghost skulu tann 16. juli i London Astoria hita upp fyri stóra og kenda bólkin Ladytron, sum seinastu tvey árini hevur vunnið nógv seg fram á altjóða marknaðinum. Í oktober mánaði skulu teir til Finnlands og Noregs at hita upp fyri uml líka stóra bólkin The Wombats, sum eisini hevur fingið ferð á upp eftir stjørnubakkanum seinastu tíðina.
Umframt hesar framførslurnar, skulu The Ghost spæla fleiri konsertir í eitt nú Týsklandi, og Kekkia er enntá eisini á skránni. Men hvar kemur alt hetta frá, og hvussu hava teir fingið hesar konsertirnar í lag? Tí sum tað sær út við hesum møguleikunum, hava teir veruliga skapt sær eitt gott grundarlag fyri at kunna byrja at sláa ígjøgnum altjóða. Um teir also halda á við at arbeiða so hart fyri tí, sum teir gera í løtuni.
Sambondini rulla inn
- Managearin hjá Ladytron setti seg í samband við okkum og spurdi, um vit vóru áhugaðir í einum samstarvi. Hann býr í Milano, dámar tónleikin hjá okkum og segði seg gjarna vilja hjálpa okkum við PR í Italia. Tað søgdu vit sjálvandi ja til, greiðir Filip Mortensen, forsangari í The Ghost, frá.
- Umleið ein mánaða eftir, at hann kontaktaði okkum, ringi hann aftur og segði, at Daniel, ein av limunum í Ladytron, hevði mælt við okkum, og at tey gjarna vilja hava okkum at hita upp fyr seg í London Astoria tann 16. juli. Tað kom bara ann uppá, um vit vildu. Vit søgdu sjálvandi eisini ja til tað, so vit fara til London nú í næsta mánaða at spæla saman við teimum og at tosa víðari við managearan hjá teimum um fleiri samstarvhættir. Hann arbeiðir eisini í løtuni við at skipa fleiri konsertir har yviri við okkum og Ladytron.
- Við The Wombats hendi tað soleiðis, at eg skrivaði til managearan hjá teimum og spurdi, um hann var við uppá eitt samstarv. Hann skrivaði skjótt aftur og segði, at hann hevði hoyrt okkum á internetinum, at honum dámdi okkum, og at hann var ógvuliga áhugaður í einum samstarvi. Hann nevndi m.a, at The Wombats skuldu spæla í Finnlandi og Noregi í heyst og spurdi, um vit kundu vera við tá sum upphitingarbólkur fyri teir. Eg segði, at tað var einki problem, og so var tann avtalan komin í hús. Vit eru eisini við at tosa við hann um fleiri vegir at samstarva ígjøgnum, sigur Filip.
Nógv jørn í eldinum
Umframt upphiting fyri Ladytron og The Wombats eru eisini aðrar konsertir á skránni hjá The Ghost komandi mánaðarnar. M.a í Kekkia og Týsklandi.
- Konsertin í Kekkia verður á einum festivali, sum eitur Hradec Kralove. Eg setti meg í samband við festival managearan og spurdi, um tað var nakar møguleiki hjá okkum at spæla á festivalinum hjá teimum. Hann skrivaði aftur og segði, at festivalurin bara var fyri bólkar, sum hava ein ávísan fjepparaskarða, men eg vildi ikki geva upp og bað hann tí um at geva okkum ein møguleika at vísa, hvat vit kunnu levera. Honum dámdi væl okkara entusiasmu og hevði eisini lurtað eftir okkum á netinum, so at enda segði hann ja til tað. Tað er rættiliga spennandi eisini at sleppa at royna Kekkia av.
- Vit hava so fimm aðrar konsertir í Týsklandi, sum eru komnar í lag ígjøgnum Tutl Touring og SpotOn. Har skulu vit m.a spæla í Steinbruch, Halle/Saale, Bremen, Hannover og Berlin. Í august hava vit tvær framførslur í Føroyum; á Summarfestivalinum og í Kolturi, tá tað verður grottukonsert har. Og so hevur plátufelagið hjá BBC, Sunday Best, sum vit fyri kortum hava skrivað undir sáttmála við, bookað okkum á tveir festivalar, sum tey hava á Isle of Wight; ein í juli og ein í september.
- Tað eru nógv jørn í eldinum í løtuni og ógvuliga spennandi at vita, hvar alt hetta fer at leiða okkum, sigur Filip frá við einum positivum og framskygdum tóna í røddini.
Konsertætlan hjá The Ghost
2. jul: Steinbruch, Týskland
3. jul: Unikum í Halle/Saale, Týskland
5. jul: Rock for people í Hradec Kralove, Kekkia
16. jul: Astoria v/ Ladytron í London, Ongland
20. jul: Camp Bestival á The Isle Of Wight, Ongland
5. aug: Grotti Konsert í Kolturi, Føroyar
8. aug: Summar Festival í Klaksvík, Føroyar
6. sep: Bestival á The Isle Of Wight, Ongland
10. sep: No*Ok í Bremen, Týskland
11. sep: Feinkost Lampe í Hannover, Týskland
13. sep: Magnet í Berlin, Týskland
7. okt: Rockefeller v/ The Wombats í Oslo, Noreg
8. okt: Folken Student House v/ The Wombats í Stavanger, Noreg
11. okt: Tavastia Club v/ The Wombats í Helsinki, Finnland