The Funky Ímynd - Føroyar og Branding

Bogi Eliasen, cand.scient.pol


Funky Faroe Islands, eitt forvitnisligt tiltak

Ein opin heimur í einari opnari verð har tøknin ger, at fjarstøðan ikki er størsta forðingin longur. Góðir ferðamøguleikar og alnótasamband til heimsins vitan viðførur, at Føroyar ikki neyðturviliga er ein útjaðari longur. Menningin flytur Føroyar landafrøðisliga frá fjarskotni í Atlantshavi, til at liggja mitt í Norðuratlantshavi. Men bert um vit sjálvi vilja tað.
Ikki bert fiskur
Føroyar eru ein fiskivinnutjóð, men vil nógv annað, í hvussu so er um vit skulu taka føgru politisku orðingarnar til eftirtektar. Dentur verður lagdur á, at Føroyar skal verða eitt vitannarsamfelag, at vit skulu brúka tøknina, gerast partur av alheiminum og soleiðis eisini verða við til at fáa tey ungu og útbúnu heimaftur.
Út
Føroyar eru í ávísan mun í einari tilgongd við at koma út í heim. Landið hevur handilsavtalur, fiskivinnusamstarv og roynir m.a. at knýta seg at EFTA. Men ein heimur við størri gjøgnumskygni og lættari atgongd til kunning og vitan, er eisini ein heimur sum flýtur yvir í vitan. Avbjóðingin í dag er at finna røttu vitanina, og tí eisini at senda tí røttu vitanina út. Tí er tað sera umráðandi, at arbeiða við at seta Føroyar á heimskortið. Men tað er ikki nøktandi, at vit í hvør sínum lag gera hetta. Talan má verða um at hava eina miðvísa føroyska branding ætlan, har funnið verður fram til ein leist vit kunnu semjast um at varpa út í heim. Tað er alneyðugt at samskipa, tí vit hava fleiri áhugamál, t.d. at selja fisk, telduforrit, klæðir, ferðavinnu og frímerkir, sum hvør í sínum lagi gera eina ímynd. Tí er alneyðugt at arbeiða við at finna ein felags leist, men eisini at bróta burturúr nýggjum, sum t.d. Funky Faroe Islands, ið er í London í hesum døgum.
Kreativt
Tað púra rætt eisini at leggja fokus yvir á kreativu vinnuna við klæðum, sniðgeving og tónleiki
Vit hava ikki ráð til at koyra milliardir í marknaðarføringarherferðir. Vit mugu arbeiða við tí vit hava og so brúka tað beinleiðis. Her kemur tøknin okkum aftur til góðar. KST gevur serliga nógvar møguleikar málrættað at breiða ein boðskap út, t.d. við stuttum filmum, sum málrættað verða spjaddir runt allan heimin umvegis teldupost, sum er ein av nýggju trendunum í marknaðarføring.
Ímyndin - Funky
Líkamikið hvat vit vilja, so skulu vit semjast um hvørja ímynd vit ynskja at senda út í heim. Vit skulu hava eina branding strategi, sum gagnar, fiskivinnu, ferðavinnu, tónleiki, list, vitannarsamfelagnum o.s.fr..
Har eru tiltøk sum Funky Faroe Islands avgjørt ein spennandi leistur, tí við at brúka nakrar føroyskar einstaklingar, verður fokus sett á føroyskan kreativitet, ið tann vitjandi kann njóta við einum góðum bita frá Faroe Seafood, samstundis sum føroysku luttakararnir fáa ein fatan av hvat skal til fyri at koma fyri seg á enska, bretska og altjóða marknaðunum Tað ræður um at skapa eina ímynd við virðum. At gera føroyskar vørur til nakað serstakt við sál og søgu. Tí eru kreativ mentunnartiltøk sum hesi, ein partur av tí sum skal til, hóast tað ikki altíð hevur eitt beinleiðis søluvirði.
Miðvíst
Ikki ber til enn at meta um tiltakið Funky Faroe Islands. Men skulu vit marknaðarføra Føroyar, so er givið, at hetta er ein av teimun heilt upplagdu møguleikunum, sum vit hava brúkt alt ov lítið. Vit hava eina ótrúliga sterka kreativa orku í okkara mentan, men higartil hava vit ikki duga at brúkt hana serliga væl til felags ágóða fyri Føroyar. Men, sum sagt í aðrastaðir í blaðnum, so er hetta ikki nakað sum kemur frá degi til dags. Tað krevur hart og miðvíst arbeiði og tekur langa tíð. Funky Faroe Islands er ein byrjan við meira miðvísum arbeiði við tí kreativa. Ein samansjóðing av at vísa hvat vit hava, men mest av øllum ein lærutúrur fyri føroyingar, sum vilja út í heim á hesum økjum. Vónandi er hetta ein leistur, sum vit fara at menna, tí at marknaðarføra Føroyar krevur at vit brúka alt sum vit hava av kreativiteti.