Um minni enn tvær vikur kemur fyrsta fløgan hjá bólkinum The Fireflies út. Fløgan ?The Fireflies? kemur út tann 18. oktober.
Bólkurin varð settur saman til upptøkurnar av triðu røð av ?X Factor?, sum varð send á DR1 í byrjanini av 2010.
Genturnar stillaðu allar upp sum solistar, men eftirsum at tær ikki komu víðari í tí bólkinum, setti dómarin Soulshock tær saman í bólk.
Síðan X Factor ævintýrið hevur bólkurin gjørt tvey løg ?It?s Useless? og ?25 Sings?, og nú er tíðin komin til fyrstu fløguna.
Dixie Chicks er fyrimyndin.
Løgini á fløguni eru merkt av amerikonskum countrypop-stíli, og fyrimyndirnar eru Taylor Swift og Dixie Chicks.
Sangirnir eru gjørdir við hjálp frá X Factor dómaranum Carsten Soulshock, tónleikaranum og framleiðaranum Nikolaj Nørlund og sangskrivarunum Peter Biker, Peter Nørlund og Lene Dissing.
Elsta gentan í bólkinum, tann myrhærda Julia Fabrin, hevur eisini verið við til at skriva løgini.
Í bólkinum The Fireflies eru Julia 23 ár, Mathilde 16 ár og Henriette 18 ár.