The Eagles stevna Hotel Califonia

The Eagles stevna gistingarhúsi í Mexico fyri uttan loyvi at nýta navnið Hotel California.

The Eagles stevna gistingarhúsi í Mexico fyri uttan loyvi at nýta navnið Hotel California.

 

 

Bólkurin metir, at gistingarhúsið, ið einans hevur 11 kømur, tilætlað fær gestirnar at halda, at gistingarhúsið er júst staðið, ið gav bólkinum íblástur til sangin Hotel California, ið gjørdist stórt hitt hjá The Eagles í 1976/77,  og seinni stendur sum ein klassikari. Á gistingarhúsinum verða eisini seld smálutir, sonevnt merchandise, og T-skjúrtur, ið fær gestir at hugsa um møguligt samband við sangin. Eisini er tónleikur eftir The Eagles at hoyra í hátalaunum, veit Gaffa at siga.

 

 

Gistingarhúsið Todos Santos nevndist upprunaliga Hotel California, tá tað lat upp á fyrsta sinni í 1950. Men síðani hevur verið virkað undir fleiri nøvnum, til eitt par úr Canada keypti staðið og broytti navnið til Hotel California - helst fyri at vinna pening, um ein skal fylgja metingunum hjá The Eagles, ið siga, at íblásturin til sangin hevur onki við hetta stað at gera.