The Dukes of Hazzard  Yeeeee Haaaaaawwww!

Dámar tær filmar um amerikanskar bilar frá 70inum. Biljaktir, vakrar damur og eina smakkleysa søgu, so er »The Dukes of Hazzard« filmurin fyri teg. Hesin filmurin er langt frá tí, eg haldi er ein góður filmur. Tað hjálpir ikki, at nógv kend eru við, so sum Johnny Knoxville, Seann William Scott, Willie Nelson og hin vakra sangarinnan Jessica Simpson

Kim Simonsen

Filmurin »The Dukes of Hazzard« snýr seg um Bo (Seann William Scott - kendur frá »American Pie«) og Luke (Johnny Knoxville - kendur frá »Jackass«), sum liva í Hazzard County. Teir elska hetta økið, tí her eru stórar brekkur, ið teir kunnu loypa um við teirra bilum. Serliga elska teir ein Dodge Charger, sum teir kalla General Lee.
Teir hugsa ikki um annað enn bilar, heimabryggj og konufólk. Í filminum vera so hesi element blandað saman. Har eru vakrar bóndagentur og fólk sum koyra óforsvarligt.
Bo og Luke taka ein dag systkinabarnið Daisy Duke (Jessica Simpson) við á ferð. Øll eita sum í einum Lucky Luke blaði í hesum filminum, nøvn sum Boss Hogg, Onkel Jesse og Daisy Duke.
»Smokey and the Bandit«
Fólk í dukefamiljuni liva av at selja heimabryggj. Pápabeiggin Onkel Jesse (Willie Nelson) dugir væl at gera sprutt. Øll vilja keypa frá honum. Bo og Luke fresa runt við heimabrygginum til fólk í teirra appilsingula Dodge Charger. Tað er ikki ein bakki ella politibilur, sum kann kappast við bilin.
Tá dagurin er at enda fara teir á barr í Hazzard County, har er redneckbarrin The Boars Nest. Her arbeiðir Daisy Duke.
Men alt er ikki so gott, tí løgregumaðurin Boss Hogg (Burt Reynolds) hevur ætlanir um at ogna sær húsini hjá grannanum ólóligt. So Bo og Luke eru noyddir at gera okkurt við hetta.

Ein gomul sjónvarpsrøð
The Dukes of Hazzard er ein gomul sjónvarpsrøð, ið fyrstu ferð varð sýnd í 1979. Tá spældu Tom Wopat og John Schneider leiklutirnir sum Bo og Luke Duke. Hendan røðin hevði 147 partar, og var væl dámd tá.
Hesin filmurin er langt frá tí, eg haldi er ein góður filmur. Tað hjálpir ikki at nógv kend eru við, so sum Johnny Knoxville, Seann William Scott og hin vakra sangarinnan Jessica Simpson, sum singur Nancy Sinatra sangin These Boots Are Made For Walking saman við kenda countrysangarinum Willie Nelson. Eg skilji ikki hví hann yvirhøvur er við í einum slíkum filmi.

Nógv kend við
Hin vegin so er Burt Reynolds væl valdur sum Boss Hogg. Hann hevur verið kendur sera leingi, men tað er ikki so ofta vit síggja hann longur. Seinast fekk hann rós fyri filmin »Boogie Nights« (1997).
Reynolds hevur spælt við í filmum sum líkjast hesum, serliga í »koyra bil filminum« »Smokey and the Bandit« (1977) og filmum sum »Driven« (2001), »Deliverance« (1972), »Best Little Whorehouse in Texas« (1982), »Smokey and the Bandit« (1977) og »The Longest Yard« (1974).
So tey sum dáma filmar sum »Smokey and the Bandit«, og bilar sum flúgva langt við einum »Yeeeee Haaaaaawwww!« rópið, kunnu fara í Havnar Bio og hyggja eftir »The Dukes of Hazzard« frá fríggjadegnum 7. oktober. Men hann fær ikki meiri enn 2 stjørnur av 6.

»The Dukes of Hazzard«

Jay Chandrasekhar. USA, 2005.
102 minuttir.

Luke Duke Johnny Knoxville
Bo DukeSeann William Scott
Daisy DukeJessica Simpson
Boss HoggBurt Reynolds
Onkel JesseWillie Nelson
Guvenør Jim
ApplewhiteJoe Don Baker