The Dreams hava í dag givið nýggjan sang út, og nú eru teir farnir at syngja á enskum. Sangurin skal slóða fyri nýggjari útgávu hjá bólkinum Føroyski bólkurin The Dreams, sum veruliga hevur vunnið fram í Danmark, hevur nú sett kós út í heim.
Í dag hevur bólkurin givið nýggjan sang út, og eftir at hava sungið á donsku eina tíð eru The Dreams farnir at syngja á enskum aftur.
Nýggi sangurin kallast Under The Sun, og sangurin kann takast niður á eitt nú iTunes og TDC.
The Dreams arbeiða í hesum døgum við at fáa sáttmálar við fløgufeløg í fleiri ymiskum londum, har ímillum Fraklandi og Týsklandi.