The Dreams við nýggjari fløgu í ár

Í einari sjónbandaheilsan, sum The Dreams hava lagt á teirra Facebook-profil í kvøld, avdúka teir, at ein nýggj fløga ætlandi kemur út í ár. ? Vit arbeiða ógvuliga hart við nýggju útgávuni. Higartil hava vit gjørt seks sangir higartil og vit rokna við, at vit fáa fløguna út seinni í ár, siga limirnir í The Dreams millum annað.

 

Føroysku punkdreingirnir siga seg annars einans vilja gera vart við, at teir framvegis hava ov mikið at síggja til, hóast donsku og ikki minst føroysku fjeppararnir ikki hava hoyrt nógv til The Dreams seinastu tíðina.

 

Orsøkirnar eru tvinnar. Fyrst og fremst hevur bólkurin verið á drúgvari konsertferð í Týsklandi.

- Ferðin var heilt einastandandi, ein uppliving fyri lívið, siga The Dreams, sum eisini greiða frá onkrum stuttligum hendingum á túrinum. Hin orsøkin er áðurnevnda, at teir leggja alla orkuna í nýggju útgávuna, sum teir gleða seg til at fáa lidna.