Nú klokkan 17 fer føroyski bólkurin The Dreams at spæla live í sendingini Aftenshowet á DR1. Sendingin verður send av Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn Aftenshowet er ein væl umtókt donsk sending, sum verður send úr serligum studio hjá Danmarks Radio á Ráðhúsplássinum. Sendingin er at síggja á DR1.
Í kvøld verða The Dreams við í hesari sendingin. Teir fara at spæla Grand Prix-sangin hjá sær live í sendingini, sum verður send kl. 17.00 føroyska tíð.
Í gjár var føroyska songkvinnan Lizzie gestur í sendingini Boogie, so føroysku tónleikararnir gera nógv um seg í Danmark í løtuni.