Føroyskur hittrockur úr Danmark verður á skránni, tá The Dreams fara at spæla til konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði beint undan jólum. The Dreams hava seinasta árið brúkt meginpartin av síni tíð á donsku pallum, sjónvarpi og útvarpi, men teir hava havt onkra einstaka framførslu í Føroyum eisini.
Nú verður møguleiki at hoyra teir spæla aftur á føroyskum palli ? í Mentanarhúsinum leygarkvøldið 20. desember.
Ragnar Finsson verður eisini at hoyra í Fuglafirði hetta kvøldið.
Hann fer at spæla til eina barna- og ungdómskonsert í Mentanarhúsinum kl. 18.00 tann 20. desember.
Forsøla av atgongumerkjum til konsertina við The Dreams er byrjað á Teleshop.fo