Eftir midnátt leygarkvøldið fer rokk- og punkbólkurin The Dreams á pallin á Skarv í Keypmannahavn. Bólkurin spælir kendu føroysku løgini, sum teir tó hava speeda upp: SaSaSaSaaaa..., Nummar, Til allar Vinir, Sjeikurin, Sirkus Tinganes, Forelskaði sjónleikarin og fleiri onnur láni-løg bæði føroysk og útlendsk.
Til dagliga arbeiða The Dreams í einum upptøkuhøli í Keypmannahavn, har okkurt sera spennandi er í væntu. Somikið upptiknir eru The Dreams, at teir máttu melda avboð til stóra Atlantic Music Event sýnisglugga tiltakið farna vikuskiftið. Men eftir øllum at døma hava teir tíð til at fara á pall í føroyska vertshúsinum í Keypmannahavn.
Promotarin á Skarv ESJ sigur í tíðindaskrivi, at The Dreams hóska væl til á Skarv, tí teir spæla lívligan og góðan rokk- og punktónleik. Teir útstrála eisini positia orku á pallinum, og hýrurin á ungfólki er góður, tá The Dreams vitja.










