Ein feit framførsla frá The Dreams setti leygardagin gongd á við Múrin The Dreams liva dreymin í Danmark, har teir eru millum størstu stjørnurnar hjá teimum ungu. Í dag var túrurin komin til okkum í Føroyum at uppliva teir, tá teir inntóku Stóra Pallin við Múrin. Við popputa punkrokkinum rokkaðu teir gjøgnum í ein tíma, meðan regnið stillisliga datt niður.