MTV Týskland hevur listað nýggju stakfløguna Revolt hjá The Dreams á Rockzone listan. Har teljast teir millum AC/DC, Linkin Park, Slipknot, Ozzy og so framvegis. The Dreams hava ferð eftir ferð bergtikið, og nú er tað nýggja lagið hjá teimum, Revolt, ið hevur vakt ans.
Somikið gott er hetta lagið, at MTV Týskland hevur listað tað á Rockzone listan, har tað telist millum onnur heimskend løg.
Fyri at síggja og hoyra Revolt á YouTube kann tú eisini trýsta her.
Fyri at verða á listanum, krevst at fólk atkvøða fyri lagnum, og tað er eisini gjørtligt hjá føroyingum við at trýsta á her.
Atkvøðast kann fyri upp til fimm løgum, og atkvøðast kann eina ferð um dagin og úr øllum heiminum.
The Dreams hava annars fleiri konsertir á skránni í summar.
Fríggjadagin spæla teir í Odense, áðrenn leiðin gongur til Týsklands, har teir hava konsertir í Berlin, Hamburg og München, áðrenn leiðin gongur hendavegin aftur, til Skive og síðani til Klaksvíkar, har teir aftur í ár spæla á Summarfestivalinum.











