The Dreams ovast í Danmark

Nýggi sangurin hjá The Dreams er í dag komin beinleiðis inn á fyrsta plássið á Boogie listanum hjá DR. The Dreams hevur áður ligið ovast á Boogie listanum við fleiri sangum, men nú var spenningur um, hvørt nýggi sangurin hjá The Dreams, sum er á enskum máli, eisini fór at sleppa inn á listan.

 

Under The Sun skuldi standa sín roynd hesa vikuna, og úrslitið var, at The Dreams fleyg beinleiðis upp í topp á Boogie listanum.

 

- Hetta er fantastiskt, og vit eru sera glaðir fyri hetta, sigur Chief 1, sum er umboðsmaður hjá The Dreams.

 

Nýggi sangurin hjá The Dreams er ein partur av ætlanini hjá bólkinum at røkka út um Danmark, har teir eru populerari enn nakrantíð.

 

Leygarkvøldið 31. oktober kann The Dreams upplivast á palli í Føroyum. Tað verður til tiltakið Crazy Night á Kambsdali.