The Dreams og Grandmas Basement í Mentanarhúsinum

Tað er ikki einans politikkur á skránni 29. oktobur. Mentanarhúsið bjóðar nevniliga til stórdans við The Dreams og Grandmas Basement.

 

Í dag byrjaði forsølan til stóra dansin og DJ Showið, ið verður leygardagin 29. oktober í Mentanarhúsinum.

 

The Dreams og Grandmas Basement fara spæla, og DJ Pandaboy diskar.

 

Atgongumerki hava verið til sølu í SMS í allan dag, og tey, sum eftir eru, kunnu keypast á e-billett.fo.

 

Seinastu árini hava The Dreams ferðast runt í heiminum, og teirra tónleikur er útgivin í eini ørgrynnu av londum.

 

The Dreams byrjaðu við sínari egnu útgávu av slagarum sum Sasasasa, Forelskaður Sjónleikari og 80’ini.

 

Síðani hava teir útgivið tvær fløgur, og hava fingið stóra viðurkenning fyri rokkutu løgini.

 

Grandmas Basement er ein skemtiligur og frískur klaksvíksbólkur, sum stendur handan hittið “Hon fær ongantíð nokk”.