The Dreams vóru um mánaðarskiftið tiknir við á Rockzone listan hjá MTV í Týsklandi, og sangurin Revolt er komin beinleiðis inn sum nummar 2 á hesum lista.
Á Rockzone listanum kunnu hyggjarar hjá The Dreams í Týsklandi atkvøða fyri sangunum, og The Dreams er longu blivnir eitt populert val hjá mongum.
The Dreams skulu eisini hava fleiri konsertir í Týsklandi í næstum. Miskeiðis í juli spæla teir í Berlin, Munchen og í Hamburg, áðrenn teir síðani hava konsertir í Danmark og eina eistaka konsert í Føroyum.