Føroyski super-bólkurin The Dreams, sum hevur gjørt sera nógv um seg seinastu vikurnar, liggur framvegis á fyrsta plássinum á 15 teimum bestu. Tað sær út til at The Dreams veruliga hava funnið tað rætta ljóðið við nýggju fløgu teirra ?Den nye by?, sum kom út fyri tíggju døgum síðani. Bólkurin byrjaði í januar 2007 at arbeiða saman við danska hitmakaranum Chief 1, ið skeyt upp, at bólkurin skuldi byrja at syngja á donskum ístaðin og tað sær út til, at hetta hevur verið sera væl eydnað. Eftir luttøkuni í danska Melodi Grand Prix?num liggur bólkurin í øllum førum sum nr. 1 bæði á danska Boogie Listanum og á føroyska 15 teimum bestu listanum.
Guðrið Hansdóttir hevur eisini varðveitt 2. pláss sítt á listanum við lagnum ?Do you Believe? av fyrstu fløgu hennara ?Love is Dead?, sum kom út í fjør.
Private hevur flutt seg eitt pláss upp hesa vikuna við nýggja lagnum ?Crucify my Heart?.










