Tann 20. desember spæla The Dreams í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hetta er fyrsta framførsla teirra í Føroyum, síðani Summarfestivalin. The Dreams fara at spæla góða, gamla føroyska tilfarið, men eisini sangir av nýggjastu fløguni.
The Dreams hava júst á 3. sinni havt ein sang liggjndi sum nummar eitt á danska Boogie listanum.
Atgongumerkir kunnu keypast á teleshop.fo, men sølan er avmarkað, tí bert 700 atgongumerkir eru til taks.