The Dreams fara út í heim

The Dreams eru nú í samráðingum við plátufeløg í 14 ymiskum londum, og umboðsmaðurin hjá The Dreams sigur, at útlitini eru góð. Føroysku rokkararnir í The Dreams hava seinnu árini veruliga sett síni spor í danska tónleikaheimin, og ikki minst tann føroyska, men nú fara teir víðari út í heim.

 

-Vit samráðast nú við plátufeløg í 14 ymiskum londum, og hava góðar vónir um at fáa okkara tónleik út um Danmark, sigur Chief One, umboðsmaður hjá The Dreams.

 

Millum hesi lond eru millum annað Frakland, Týskland og U.S.A. og við tveimum promotion løgum hava The Dreams fingið góða móttøku frá teimum ymsu plátufeløgunum.

 

-Vit hava fingið sera jaliga móttøku frá plátufeløgunum, og um bert 10 prosent av okkara ætlanum eydnast, so er tað eitt bragd, sigur Chief One, umboðsmaðurin hjá The Dreams.

 

Spennandi verður at síggja, hvussu hesar framtíðarætlanir hjá The Dreams fara at eydnast.