The Dreams enn eina ferð á Boogie-listanum

The Dreams eru í løtuni sera væl umtóktir í ríkinum. Nú er enn eitt lag hjá føroyska rokk bólkinum endað sum bobla á Boogie-listanum. Hetta vil siga, at teir eru í uppskoti um at koma inn á kenda hitt-listan í Danmark, um nóg nógv atkvøða fyri teimum.

 

Vilt tú gera tína ávirkan og fáa føroysku rokkararnir, ella kanska onkran heilt annan, á top-10 listan, kanst tú fara inn á www.dr.dk/boogie.

 

Løgini verða víst í sjónvarpssendingini Boogie, ið verður víst hvønn fríggjadag á DR1 kl. 15.30