The Dreams byrjaðu við føroyskum tónum

Nýggjasta lagið hjá The Dreams ?Under the Sun? vann heiðursløn fyri Ársins Lag 2009.

Teir hava áður verið tilnevndir og vunnið heiðurslønir á Planet Awards, og í ár fóru teir avstað við heiðurslønini sum Ársins Lag.

Teir byrjaði í Føroyum vit at spæla gomul føroysk løg, og í 2006 góvu teir fyrstu fløguna út við heitinum ?Tazy?, har fleiri gomul føroysk løg vóru at finna. Eitt av fyrstu løgum teirra, sum gjørdist eitt hitt í Føroyum, var lagið ?Sasasasa?, sum var innspælt við eitt sindur av rokki.

 

Síðani hava teir millum annað verið í Danmark, og teirra succes har er ikki smávegis. Teir teljast í dag ímillum best umtóktu bólkar í Danmark, og hava fleiri ferðir ligið ovast á Boogie listanum hjá DR.

Í 2008 vóru teir í Danska Melodi Grand Prixinum, har teir gjørdist nummar fýra.

Í Danmark hava teir upplivað mangt og hvat. Nevnast kann, at teir hava luttikið í MTV Acut, ið er ein altjóða kapping. 24 bólkar luttóku, og The Dreams endaðu á einum triðja plássi. Seinni hava teir luttikið í Global Battle of the Bands, har teir enn einaferð endaðu á triðja plássi. Tað var eisini undir hesari kappingini, at teir hittu Chief 1, sum nú er teirra umboðsmaður.

 

Fyrsta danska fløgan, ið The Dreams hava útgivið ber heitið ?Den Nye By?, sum hevur verið ógvuliga væl móttikin í Danmark. Fyrsta sjónbandalagið hjá The Dreams ?La? Mig Være? fór beinleiðis inn á fyrsta plássi á Boogielistanum hjá DR. Enn einaferð endaðu teir á fyrsta plássinum við sjónbandalagnum ?Himlen Falder/Helvede Kalder?, har teir vóru í top 3 listanum í 10 vikur. Eisini lagið ?Backstabber? fór beinleiðis inn á fyrsta plássi hjá Boogie, og lá ovast í 10 vikur. The Dreams lógu nummar eitt á árslistanum hjá Boogie í 2008 við lagnum ?Backstabber?, og á øðrum plássi við lagnum ?Himlen Falder/Helvede Kalder?. Eisini lagið ?Ingen kan erstatte dig? er vorðið eitt hitt.

 

Næsta stigið á leiðini hjá The Dreams, er at flyta seg víðari út á altjóða marknaðin, og vit umboðsmanninum Chief1 á odda, eru teir væl ávegis, at gerast heimskendir.

Teir vóru tíverri ikki til staðar, men vóru familjur teirra í REX, og tóku ímóti virðislønini.