The dream idols til Klaksvíkar

Tað er ikki á hvørjum degi at vit bjóða so forkunnuga vitjan eitt leygarkvøld, sigur fyriskiparin í club700 Jóan Magnus Magnusson í tíðindaskrivi. Nú leygarkvøldið verður nevnliga kvinnu kvøld í KÍ høllini, har heimskendu 'The Dream Idols' koma at dansa og undirhalda.

The Dream Idols koma úr Onglandi og høvdu sítt heilt stóra gjøgnumbrot fyri stuttum, tá teir vóru við í filminum Magic Mike, sum var ein ungan man ið livdi av at vera nektardansari.

Tey flestu kenna líknandi tiltøk sum eitt nú The Chippendales, tó eru tað fleiri ár síðani at teir vóru í Føroyum.

Eisini verður diskotek á skránni, boðar fyrireikarin frá, sum leggur afturat at tað verður strengt 18 ára aldursmark.