Við The Cure á skránni hevur Roskilde Festivalurin tryggjað sær enn eitt heimskendt navn.
Roskilde Festivalurin nærkast í hvørjum, og eingin ivi er um, at fleiri hundrað føroyingar verða við í festivalinum aftur í ár.
Fyrst almannakunngjørdi festivalurin, at Bjørk og Bruce Springsteen hava játtað at framføra til ársins festival. Nú kunngerð festivalurin, at The Cure eisini framføra.
Bólkurin hevur millum annað fløgur sum Pornography, Disintegration, og stakløg sum Close To Me, Friday Im In Love, eru helst tey best kendu løgini hjá bólkinum, sum bæði ung og gomul kennast við.
Bólkurin hevur fleiri ferðir framført á Roskilde Festivalinum seinast var í 2001.
Umframt The Cure hevur Roskilde Festivalurin í dag kunngjørt, at amerikanski bólkurin Araabmuzik og kanadiski bólkurin Cold Specks luttaka.
kelda. eb.dk