The Atlantic Giant á Eurosport

Sterkir menn: Fyrr í vikuni sendi stóra sjónvarpsrásin Eurosport frá styrkikappingini The Atlantic Giant 98, sum var í Gundadali á ólavsøku

Neyvan kann okkara lítla samfelag biða um betur reklamu, enn at heilar 202 milliónir hyggjarar kring allan knøttin hava møguleika fyri at síggja ein góðan tíma av vøkrum myndum frá okkara lítla landi. Fleiri ferðir fyrr í hesi vikuni sendi Eurosport, ið hevur umleið 202 milliónir hyggjarar, ein tíma frá The Atlantic Giant 98, og komandi mikukvøld klokkan hálvgum ellivu verður aftur møguleiki fyri at síggja sendingina.


Saknar almennan stuðul

Regin Vágadal, ið saman við Sjónvarpi Føroya skipaði fyri The Atlantic Giant 98, sigur, at havandi í huga, at eitt slíkt tiltak sum kappingin á ólavsøku hevur almiklan áhuga uttanlands, og at sjónvarpsmyndir frá kappingini verða sendar kring allan heim, so kann tað tykjast eitt sindur løgið, at eitt nú Ferðaráð Føroya ikki hevði hug til at stuðla tiltakinum.

Komandi summar verður helst skipað fyri The Atlantic Giant 99, og Regin sigur

seg vóna, at tað almenna tá fer at sýna størri áhuga fyri at stuðla einari kapping, sum kanska er besti møguleikin hjá føroyingum yvirhøvur at fáa bjóðað okkara vakra land fram til ferðafólk. Á hetta er eitt kærkomið høvi hjá Ferðaráðnum at marknaðarføra oyggjar okkara, er eyðsæð.

Kappingin í summar verður eisini skipað á ein annan hátt. Tað vil siga, at hon fer fram yvir eitt heilt vikuskifti. Leygardag verður ferðast kring landið, so at til dømis verður ein kappingargrein í eitt nú Bø, ein onnur kanska onkustaðni í Eysturoynni og so framvegis. Sunnudagin verða so tær seinastu kappingargreinarnar, og tá fer kappingin fram á stadionøkinum í Gundadali.


Kapping í Suðuroy

Næsta vikuskifti fer Regin Vágadal at skipa fyri eini lítlari kapping í høllini í Trongisvági. Kanska er tað ikki rætt at rópa tað fyri eina lítla kapping, tí teir tríggir menninir, ið taka lut í kappingini, eru alt annað enn lítlir. Umframt Regin sjálvan, so verða tað heimsins sterkasti maður í 1998, sviin Magnus Samuelsson, ið eisini vann The Atlantic Giant 98, og so týskarin Heinz Ollesch.

Í sambandi við kappingina í Trongisvági verður tað eisini møguleiki hjá áskoðarunum at vinna okkurt. Millum atgongumerkini verður drigið um ein APEX-flogferðaseðil til Danmarkar. Haraftrat fáa teir áskoðarar, sum hava hug at royna sína styrki, høvi til at royna at lyfta eitt hav. Megnar onkur áskoðari at lyfta havið, so gerst hesin 5000 krónur ríkari.

Onkur vil kanska halda, at tað er eitt sindur løgið, at skipað verður fyri eini slíkari kapping í Suðuroy heldur enn onkustaðni í høvuðsstaðarøkinum, men til hetta sigur Regin, at hann dugir ikki at síggja nakra orsøk til, at alt skal vera í Havn. Harumframt hevur áður verið skipað fyri tiltøkum í

Suðuroy, har Regin einsamallur hevur víst sína styrki, og hesi tiltøk hava verið væl vitjað. Tá ið so tveir aðrir av heimsins sterkastu monnum koma aftrat, skuldi tað verið eyðsæð, at nógv fólk kom til tiltakið.

Tiltakið í Ítróttarhøllini í Trongisvági byrjar leygarkvøldið 13. mars klokkan hálvgum átta.


Ikki við til heimsins sterkasta mann

Tey, sum hava møguleika fyri at síggja donsku sjónvarpsrásina TV3, hava møguliga lagt til merkis, at rásin í seinastuni hevur sent frá kappingini um at gerast heimsins sterkasti maður 1998, og at Regin Vágadal ikki var við í kappingini, sum fór fram í afrikanska landinum Marokko. Regin sigur, at tað vóru heilt nógvir av teimum allarsterkastu í heiminum, sum ikki vóru við í kappingini. Orsøkirnar til hetta vóru fleiri. Summir vóru darvaðir av skaða, meðan aðrir noktaðu at taka lut, tí at kappingarumstøðurnar vóru so vánaligar. Tá ið kappingin um at gerast heimsins sterkasti í 1997, fór fram í Las Vegas í USA, var hon skipað á tann hátt, at seks luttakarar vóru í hvørjum innleiðandi bólki, og at tveir mans komu víðari úr hvørjum bólki. Í Marokko var tað soleiðis, at bert fýra mans vóru í hvørjum bólki, og at bert tann eini luttakarin kom víðari úr bólkinum. Somuleiðis vóru tað bert fýra innleiðandi kappingargreinar í innleiðandi umfarinum, og Regin sigur, at undir slíkum umstøðum eru tað nógvir, sum als ikki síggja nakað endamál við kappingini.

Hvussu støðan verður, tá ið kappingin um at gerast heimsins sterkasti í ár fer fram, er ilt at siga, men vónandi verður okkara sterki maður við tá.