Fyrsta stakfløgan hjá Martin hevur sett danskt met, sum skjótast seldi sangur á alnótini.
Almenni stakfløguhittlistin kom út í dag, og eins og í síðstu viku liggur Martin aftur á fyrstaplássi við lagnum ?The 1?.
Stakfløgan er tikin niður fleiri enn 15.000 ferðir og hevur harvið fingið platinstatus. Samstundis var sølan fyrstu vikuna eisini størsta alnótssøla nakrantíð í Danmark, ið harvið bæði gevur Martin eitt met og eitt fyrstapláss.
Sølan sæst aftur í, at Martin liggur nummar 12 á listanum hjá Sony, yvir teir tónleikarar í Evropa, ið oftast eru tiknir niður.









