Peter Thaysen, sjefpolitiinspektørur, sigur, at politiið hevði einki við grindina í Haraldssundi í gjár at gera.
- Vit vóru fyrstir til grindina, tí vit vildu hjálpa til, um støða var tikin um at seta rakstur á grindina. Men so komu boðini um, at bíðast skuldi til dagin eftir, og tí fóru vit frá grindini aftur, sigur Peter Thaysen, sjefpolitiinstektørur.
Hann er nokkso firtin inn á føroysku fjølmiðlarnar, sum eftir hansara meting hava lagt politiið undir at hava meira makt, enn teir í veruleikanum hava.
- Okkara strategi er løgd saman við Fiskimálaráðnum og løgmansskrivstovuni, so tað er ikki nøkur strategi, sum bara er løgd uttan víðari, sigur Peter Thaysen.
Hann sigur, at sýslumaðurin er ein føroysk institutión, og ikki hevur nakað við politiið at gera sum so.
- Politiið hevur einki við grindarakstur ella grindadráp at gera, og at hoyra nakran siga nakað annað, er tað reina slutur. Og um grindin verður dripin ella slept hevur einki við okkum at gera, sigur Peter Thaysen.