Úthangið treingir til eina hond

»Tíðarinnar tonn« fer við øllum. Eisini við úthanginum á bygninginum, sum í síni tíð var posthús í Hvalvík.

Fyrrapartin í gjár var fyrrverandi postmaðurin, Petur Zachariasen í ferð við at skifta úthangið á hesum bygninginum.

- Ja, nú trongdi tað sanniliga til. Eg má heldur fáa tað liðugt, áðrenn stevnan byrjar, sigur hann við einum brosi.

Sum hjálparmann hevði hann bróður sín, Hanus Zachariasen, sum er heima í summarfrí í hesum døgum.

Hann býr annars í Vejle, og hevur millum annað ført stásiliga ferðamannaskipið Queen of Scandinavia.