Manchester City, sum í summar var í Føroyum og spældi móti EB/Streymi, hevur skift eigara. Thaksin Shinawatra, kontroversielli fyrrverandi forsætismálaráðharrin í Thailandi, hevur selt sínar ognir í premier league felagnum. Shinawatra hevði annars stórar ætlanir, tá hann tók yvir í City fyri 14 mánaðum síðani, men hann kom í eina trongstøðu fíggjarliga, tá thailendska stjórnin frysti inni 800 milliónir pund.