Tað skriva fleiri tíðindastovur. Thaksin er funnin sekur í mutur og í at hava misnýtt sína støðu við at blanda seg upp í jarðarkeyp hjá konu síni frá einum almennari fyritøku Bankok í 2003. Tá var Thaksin framvegis forsætisráðharri. Konan, Pojaman, sum eisini var ákærd í málinum, varð tó frífunnin. Thaksin sjálvur var tó ikki til staðar í rættarsalinum, tá dómurin fall. Fyrr hevur verið frammi, at Thaksin fór at søkja um friðskjól í Onglandi, har hann hevur búð í útlegd seinastu tveir mánaðirnar saman við konu sínu. Hann hevur fyrr sagt, at hann ikki roknaði við at fáa eina rættvísa rættargongd í Thailandi.