Ein av bjargingarmonnunum, ið tók lut í átakinum at bjarga 12 dreingjum úr einari holu í Thailandi í fjør, er nú deyður av blóðeitran eitt ár eftir átakið.
Beirut Pakbara, sum er marinesoldatur í thailendska herinum, fekk blóðeitran undir átakinum í fjør, og hevur síðani verið undir eygleiðing av læknafólki. Heilsustøðan versnaðist tó, og hann doyði í gjár.
Pakbara er sostatt annar átakslimurin, sum hevur latið lív orsakað av átakinum. Saman Gunan lat lív undir átakinum sjálvum, tá ilt-tangin gjørdist tómur, og hann misti vitið í vatninum.
Eitt smádreingjalið í fótbólti var farið á útferð í holuni, tá ógvisligt regn brádliga fløddi inngongina, og teir vóru fangaðir. Tilburðurin fekk altjóða miðlaumrøðu, og í 17 dagar fylgdu fólk um allan heim við, meðan bjargingarlið royndu at bjarga dreingjunum.
Allir dreingirnir og 25 ára gamli venjari teirra komu livandi frá hendingini, men nú hava so tveir bjargingarmenn latið lív orsakað av bjargingarátakinum.











