Var, sum vera man, sera spent til at fáa massagu. Men innkomin ivaðist eg í, um eg mundi hava misskilt tað heila, tí har var eingin massagubriks at síggja. Ei heldur var neyðugt at lata meg úr klæðunum. Men av tí, at eg hevði einar strammar kovboybuksur, mátti eg skifta í einar víðar, stuttar buksur úr Teilandi. Tær mintu mest um fiskabuksurnar, ið vóru modernaðar fyri nøkrum árum síðani. Á gólvinum var ein stór madrassa, og har varð eg løgd.
So byrjaði massagan. Tað vóru ikki strúkandi rørslurnar, ið vit kenna frá vanligari massagu, ístaðin trýsti Walai á ymisk punkt á musklunum.
Walai er úr Teilandi og er útbúgvin thai-massørur. Hon hevur starvast við tílíkari massagu í 10 ár, men er nú gift til Føroya og læt týsdagin upp viðgerarstovu á Káta Horninum í miðbýnum í Havn.
Hon byrjaði varliga við fótunum og leggunum, men trýstið gjørdist harðari og harðari, sum frá leið. Síðani blivu lørini løgd undir trýst, meðan hon bendi og snaraði fótum og knøum í ymsar vinklar.
Hendur og armar fingu síðani sama umgang, og serliga handmassagan var ótrúlig!
So varð eg vend á búkin, og Walai trýsti aftur á føtur, bein og armar, áðrenn ryggurin fekk ein túr. Hon nýtti fyri tað mesa tumlarnar og hendurnar annars, men hon fýrdi ikki fyri eisini at nýta føtur, bein, knø og armar, fyri at fáa mínar spentu vøddar at slappa av.
Av og kom ávaringin: "Don't be afraid", áðrenn hon snaraði, togaði og bendi meg í støður, eg aldrin áður havi verið í. Men tað var greitt, at hon visti hvat hon gjørdi, og eg kendi, hvussu tað loysnaði í vøddunum og brakaði í ryggjageislunum.
Andlitið, skallin og nakkin vórðu heldur ikki forsømd, og sjálvt búkurin fekk ein umgang. Eftir eina thai-massage uppá ein tíma, har Walai avspenti mær allan kroppin, kundi eg fara útaftur í kavarokið. Eg havi bert eitt ringt at siga um massaguna: eg hevði viljað, at hon vardi longri :)
Umframt thai-massagu bjóðar viðgerðarstovan Sabai fýra ymsar viðgerðir, og hon hevur opið heilt til kl 21 á kvøldi, so til ber at fara, tá Dagur og vika er liðug, og børnini løgd í song.