Tvøroyrar Klubbi er seinastu tíðina farin at skipa fyri áhugaverdur og øðrvísi tiltøkum á Tvøroyri. Talan er um hølini hjá Klubbanum, sum nú aftur eru karmur um fleiri mentanarlig tiltøk í Suðuroynni.
Nú bjóðar Klubbin til thailendskt kvøld, har fimm rættir eru á skránni.
Haraftrat er okkurt leskiligt omaná, boða fyrireikarar frá.
Eftir hetta verður dansur við Country Band.
Tiltakið verður 10. September.