Úthús og hjallar í Havn í vanda fyri stuldri

Seinastu mánaðirnar hava fleiri úthús og hjallar verið rændir fyri øl og brennivín. Hetta hevur gingið fyri seg í Havnini og í Hoyvík. 

 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur í morgun, at aftur hetta vikuskiftið hevur verið stuldur í úthús ella hjalli, og tískil er ein áheitan til tey, sum eiga slíkt úthús ella hjall, at fáa sær lás á. 

 

 

Fleiri ferðir gjøgnum seinastu mánaðirnar hevur stuldur verið framdur, men kortini hevur løgreglan ikki funnið tey, sum hava gjørt hetta. 

 

 

 

Áður hevur onkur verið inni til avhoyringar, men tað er óvist, um tjóvarnir eru teir somu hesaferð sum áður.