Th. Nygaard og Venus í Sørvági

Fiskivinna

 

Í gjár landaðu línuskipini, Thomas Nygaard og Venus í Sørvági. Tað var landingarmiðstøðin, sum landaði skipini.

Sagt verður úr Sørvági, at Thomasa Nygaard hevði eini 45.000 pund og Venus eini 65.000 pund.

Tað var Faroe Seafood í Miðvági, sum keypti hýsuna hjá Venusi, meðan meginparturin av veiðini hjá Thomasi Nygaard fór av landinum.

Í Sørvági vænta tey, at línuskipið West Freeser kemur inn at landa mánadagin. Teir royna undir Íslandi, men enn er lítið frætt um, hvussu gingist hevur higartil á túrinum.

 

Siglir við laksi

Úr Sørvági frættist, at djúpvatnstrolarin Roc Amadour nú fer annan túrin av landinum við ísaðum laksi. Hetta er feskur ísaður fiskur, sum Luna hevur selt keypara í útlandinum.

Roc Amadour fer til Hetlands við fiskinum.

Líkt er ikki til, at fiskaútflytarar eru serliga væl nøgdir við sjóvegis sambandið, sum Føroyar hava vit umheimin í løtuni.