Fiskiveiðieftirlitið minnir kappróðarfólkið á, at allir rógvarar skulu vera í barjgingarvesti undir venjing.
Undir kappóðri á stevnum er ikki krav, at manningin er í bjargingarvestum, men skulu vestarnir vera í bátinum. Tó kunnu høvuðsdómararnir á kappróðrarøkinum áleggja manningini at vera í vestinum undir róðrinum, um hetta verður mett neyðugt.
Sjóvinnustýrið ger vart við, at eisini onnur krøv eru til útgerð umborð á kappróðrarbátum. Bátarnir skulu í minsta lagi hava pøs ella eyskar at oysa við, radarreflektor, sum er festur á stong, ið røkkur minst ein metur yvir stavnarnar, og haraftrat floytu ella blásilúður.
Fiskiveiðieftirlitið ger eftirlitskanningar og ásetur bót til manning og felag fyri brot á kunngerðina.