Útgerðin hjá Scorpions er komin

Ein trailari fullur av forsterkarum, ljóðførum og øðrum, ið Scorpions skal brúka til framførsluna á Summar Festivalinum fríggjakvøldið, kom í morgun til Klaksvíkar

Tað verður ikki spart upp á krútið, tá ið heimskendi týski rockbólkurin Scorpions fer at spæla á Summar Festivalinum fríggjakvøldið.

 

Í morgun rullaði ein ein stórur trailari inn á festivaløkið við Vágsbø. Í trailaranum er útgerð, sum Scorpions skal brúka til framførsluna fríggjakvøldið. Í trailaranum eru nógvir gittarar hjá teimum báðum gittarspælarunum í bólkinum, trummusettið, onnur ljóðføri, forsterkarar til gittarar, bass og nógv onnur útgerð.

 

Tíðliga hósdagin koma bæði tónleikararnir og crew hjá Scorpions til landið, og tá verður alt sett upp til helst størstu rockkonsert í Føroyum nakrantíð.