Á Atlantic Supply Base í Runavík eru tey so smátt við at gera klárt við at taka ímóti italienska olurisanum Eni, nú enn ein boring nærkast. Nakað av útgerð er longu komið til støðina, og so skjótt West Phoenix er leysur av núverandi brunni, verður hugsað um at flyta meira útgerð á basan í Runavík.
ASB, sum vann sáttmálan um útgerðarhavn í kapping við aðrar føroyskar fyritøkur, hevur nú keypt skrivstovu & goymsluhøli á bryggjuni í Runavík. Teir útlendsku kundarnir, ið hava vitjað ASB eru sera væl nøgdir við umstøðurnar hjá ASB og havnalagið (Kongshavn) í Runavík sigur stjórin Eli Lassen við Portalin.