Útgávukonsertin hjá Guðrið Hansdóttir varð eitt stórt hitt

Leygarkvøldið 29. september helt Guðrið Hansdóttir útgávukonsert við nýggju fløguni hjá sær ?Love is Dead? í Sjónleikarhúsinum í Havn. Í síðstuni hevur Guðrið Hansdóttir verið ómøgulig at sleppa undan. Sjónvarpið, útvarpið og føroysku bløðini hava konstant verið eftir henni og hon kom beinleiðis inn á 15 teimum bestu sum nr. 4. Útgávukonsertin hjá Guðrið varð eitt stórt hitt og nógv fólk vóru at síggja í Sjónleikarhúsinum hetta kvøldið.

 

Á tjodveldi.fo skrivar Torbjørn Jacobsen um kvøldið:

?Hetta bleiv eitt brak av eini konsert. Tað kom til mín fleiri ferðir, meðan hátalarnir fyltu hvønn holaðan kvist í hesum gamla húsi, at nú hendi tað, Føroyar høvdu fingið sína egnu Janis Joplin, Buffy Sainte-Marie, Sanne Salomonsen, Susi Quatro ella Sinnead O´Connor. Professionelt. Ótrúðliga væl fyrireikað. Tónleikararnir óvanliga væl upplagdir. Teir løgdu ein botn, sum lyfti frontfigurin upp í musisku skýggini. Hvør bar av øðrum. Keyboardboksarin Líggjas, hjá Ova í útvarpinum, Sakaris hjá Vestmanna legenduni Martin Joensen, Klæmint, langabbasonur Gordon í Fuglafirði, við spakanum, ið spældi seg upp í hæddirnar og trummuslagarin Andreas Dalsgaard sum helt taktstokkinum. Og ikki at gloyma kórgenturnar, sum harmoneraðu óvanliga væl við røddina hjá Guðrið.?

 

Vit fara ivaleyst heldur ikki at kunna umganga Guðrið Hansdóttir framyvir ? men tað eru vit allar helst eisini nógv, sum eru glað fyri.