Útgávukonsert við Una Debess

Leygardagin 7. Juli verður útgávukonsert í Norðurlandahúsinum. Tað er Uni Debess, sum júst hevur givið út fløguna “Life Is A Picture”, sum bjóðar til útgávukonsertina.

 

Uni Debess útgav fløguna ”Life Is A Picture” í desember mánað 2011. Fløgan hevur verið nógv at hoyrt í Kringvarpinum og Rás 2, men nú verður høvi at hoyra Una Debess live í Norðurlandahúsinum við bólki og tveimum serligum gestum.

 

Gestirnir eru ikki ókendir menn á føroyska tónleikapallinum. Sámal Ravnsfjall hevur gjøgnum mong ár verið ein av okkara fremstu tónleikarum kendur millum annað við sangum sum Medistari í Karry og Undir Trappuni Hjá Lenu.

 

Niels Galan hevur eisini verið á toppinum í nógv ár eftir hondini, millum annað hevur hann spælt við bólkinum Mold, men er nokk mest kendur sum front maðurin í bólkinum 200, sum júst hevur útgivið eina fløgu.

 

Tónleikararnir, sum fara at bera hesar tríggjar solistarnar gjøgnum konsertina verða: Edvard Nyholm Debess (bass og sang), Rógvi á Rógvu (trummur og slagverk), Finnur Hansen (orgul,mandolin,floytir,gittar og sang), Fríði Tanggaard Bjørgvin (gittar og sang).

 

Umframt at spæla løg av “Life Is A Picture”, fer Uni at spæla onkur nýggj løg av eini fløgu, sum kemur út seinni í ár. Eisini fara hesir tríggir solistarnir at spæla nøkur løg saman.