Útgávukonsert við The Strangers í Sirkus

Í kvøld verður útgávukonsert við The Strangers í Sirkus í Havn. Rúni Korsgaard er maðurin handan fløguna The Strangers, sum kom út stutt fyri jól í fjør. Talan er um eina sonevnda lo-fi útgávu við ikki færri enn 22 løgum á, og er talan um popp, punk og rokk, sum vit kenna tað frá sekstiárunum.

 

Sjálvur hevur Rúni lýst stílin hjá sær soleiðis:

- Eg síggi alla fløguna sum eina stóra grýtu, har eg havi smekkað nakað av tí, mær dámar - punk, rokk, lo-fi, eksperimenterandi tónleik, 60ára-tónleik og so framvegis - í, og blandað tað væl saman til eina merkiliga samankóking

 

Í kvøld, Kristi himmalferðardag, skamt hálvt ár eftir at fløgan kom út, verður loksins útgávukonsert hildin. Korsy, sum Rúni eisini rópast, hevur savnað saman bólk við fýra monnum, og nevna teir seg The Interzone Boys. Umframt Rúna sjálvan, sum syngur og spælir gittar, hevur hann fingið Edmund í Garði, gittari, Sigmund V. P. Zachariassen, bass, og Aksel Tórgarð, trummur, aftrat sær.

 

Hesir fara at framføra løg av fløguni, og møguliga eisini okkurt nýtt lag.

 

Konsertin í Sirkus í kvøld er ókeypis og byrjar klokkan 21.00.