Hóskvøldið 28. august kl. 19 fer Stanley Samuelsen at hava útgávukonsert av fløguni ?Tíðin rennur?. Nógv hava bíðað spent eftir nýggju fløguni, sum er triðja solofløgan hjá Stanley og tað er lagt upp til eitt sera áhugavert kvøld hóskvøldið, tá ið hann saman við tónleikarum sínum fer at presentera hesa.