Útgávukonsert við Sjællands Strygekvartett í Norðurlandahúsinum!

Í samband við nýggju fløguna ?STRING AGAINST STRING? hjá Sunleif Rasmussen, verður skipað fyri útgávukonsert við Sjællands Strygekvartet sunnudagin 21. okt. kl. 16.00 Á konsertini verða verk eftir Sunleif Rasmussen og Leos Janacek framførd.

Sjællands Strygekvartet varð stovnað á heysti 2004 av konsertmeistarum í Sjællands Symfoniorkester. Øll hava tey drúgvar royndir sum solistar og harumframt royndir innan kamartónleik.

Primarius í kvartettini er Anne Søe Iwan, og umframt hana eru tey John Bak Dinitzen, 2. violin, Bernd Rinne, viola, og Richard Krug, cello.

Møguleiki verður eisini at ogna sær fløguna, sum Dacapo gevur út.

Undir Føroyaferðini skipa Sjællands Strygekvaret fyri masterclass frálæru í Føroyum.

Meira fæst vita um kvartettina á www.4tet.dk og um skránna á www.nlh.fo