Útgávukonsert við Páll Finnur Páll

Páll Finnur Páll fara at bjóða tónleikatystum føroyingum fantastisk løg, tá teir spæla útgávukonsert fyri meistaraverkinum Førist.

Í sambandi við, at Páll Finnur Páll góvu fløguna Førist út herfyri, verður nú fríggjakvøldið skipað fyri útgávukonsert á REX, har høvi verður at hoyra m.o. løgini um teir á herberginum, kannibalin inni hjá grannanum, um at sova hjá Kaj og sangin til George Harrison.
 
Páll Finnur Páll høvdu eina av teimum bestu framførslunum á føroyska tónleikapallinum í summar, tá teir spældu á G!, og hetta sigur ikki so lítið, eitt summar har kremið av føroyskum tónleiki, og útlendsk heimsnøvn fyltu okkum við stórupplivingum. Serliga eru tað tey frálíku løgini, sum bera bólkin bæði á palli og fløgu. Fløgan Førist er eitt meistaraverk, Hon er á tremur við fantastiskum løgum,.sum fara at eiga eitt stórt pláss í føroyskari mentanarsøgu.
 
Tað eru SMS og REX, ið skipa fyri konsertini, tískil er ókeypis atgongd fyri allar limir í SMS-liðnum, ið hava fylt 18 ár. Tey, ið ikki eru limir, sleppa eisini inn, men skulu rinda atgongumerki.
 
Tiltakið byrjar kl. 22, tá verður bjóða ókeypis øl, sodavatn og ábit. Kl. 23 fara Páll Finnur Páll á pallin.
Atgongumerkið til konsertina verður sent við einum sms-boði á fartelefonina hjá limum í SMS-liðnum hósdagin 15. september. Týdningarmikið er at goyma sms-boðið, ið skal vísast við dyrnar.
                                                                                                        
Hetta er fyrsta tiltakið av hesum slag, sum SMS bjóðar limum í SMS-liðnum, men ætlanin er at skipa fyri tiltøkum av ymiskum slag komandi tíðina. Um man ikki er limur áðrenn hósdagin, so ber til at tekna seg sum lim við dyrnar og sleppa inn til tiltakið ókeypis.
Rex letur upp sum vanligt á miðnátt, Tað kostar tá kr.100,- fyri alla náttini. Páll Finnur Páll fara aftur á pallin seinni, og restina av náttini  er 80ára disco við DJ Ottar í Funningsstovu.